Metal Storm logo
Hamferð - Támsins Likam lyrics



Tracks



01. Fylgisflog

Lyrics by Jón Aldará
Fyrigev marr hesarverndarlótir mínar um skirvið vald
Dom ei mítt lagnufall
Tí vanstýrd er mín ævi og rásin feig

Bíti fast
Sokki
Smakki jarn
Í míni bon: Guð faðir goym mítt barn

Um sýnislut, illgresi lík, veksur ein klovin vón um sælu
Oyðin, ber og uttan svar

Toygt roð um orgrynnu
Har øll heimsins arr dvolja
Vovin inn í slógv og falslinna
Ýlsins upphavsoyggi trekan sokkur

Lat mærr búna tín
Bert eina stund títt flog

Títt íshvíta flog
Eygað, eitt vetrarhjarta
Í bergmáli eitt skróvturt gorr
Knasandi sum glerið, ið, gleppur undan mær
Ævisfall
Eg klóri eftir føstum, fingrar brotna
Nú dregur grund
Í sýni oyggin mikla upp letur sjúka favn

Lat mær búna tín
Bert eina stund títt flog
Um verold breiði limir
Hvors fjaðrar loyva mær
Bert eina stund at fylgja honum
Á leið inn í ævinleikan

02. Stygd

Lyrics by Jón Aldará
Grátleys kyrra
Fyrnar styrk
Letur rotroyk
Sleikja burtur vón

Seyrar um spengur
Evjan, ið tálmer eitrið
Húki í hyli
Leppi upp dropan og spilluni

Stynjar vrá

Hondin brá
Burt víkur kinn frá
Í skapan stynjar vrá
Tøgn tín enn grátleys

Tivandi tyktað beist
Stygt
Hvørt hvin eitt glefs
Hvat hjálpir um tað goyr?
Hvat hjálpir um tað ýlir?
Eym tunga, skursjað til blóðis
Skavar enn eftir turrum
Illa gagnast og ei kennist linni

Hondin brá
Burt víkur kinn frá
Í skapan stynjar vrá
Leinkjur slongdar høgt
Á, tá eg vinsælt galdrafljoð sá
So frítt handan rímtjald, ið nú er kámt

03. Tvístevndur Meldur

Lyrics by Jón Aldará
Um voll
Litir mót náttúrulóg
Út í tóman heim
Sveima
Eg sveimi við

Fjáltur, nú heystflyting bar
Avoyddar skyldverur hav
Tú er mær uggin
Dreymurin
Tín vera andar flog
Upploysur mørk, ið fyrr stóðu tygg
Mær ber boð: stíg upp, upp
Sum hvíta krákan von
Køld

Út um sker og skor
Langt burt í tornhøg skot
Reiðrist har
Ongin veit
At eg ónervað
Skoði alla sorg
Fjald fjart frá

Har villast villinikor
Og tvístevndur meldur
Á tíni ásjón draga tey síni spor

04. Frosthvarv

Lyrics by Jón Aldará
Tá stóð tú frostklæddum gróti
Vargavon, glergylt
Bleyt, roðará synd

Nær hvurvu tær támgaldralótir?
Skyn vaks grátt, vatntungt
Gróv gátan seg djúpt

Lyð á rodd uggans veik
Henni er ei unt at fána frið

Stirðil strong teg
Toygg teg
Slít um til skal
Ei er tær, uggi, unt, at fána
Lat garnar fella, lat vomb skrædna
Sprong!

05. Hon Syndrast

Lyrics by Jón Aldará
Knús hendan klettin
Ein bøn sum skot upp í ský
Tað loypir fyri oman
Svíður fyri niðan
Látur lokkar og stirðir
Slær eftirljóð um vøll
Ørligir skuggar sveima
Høgga flísar av vitskustólpa
Tess syrgna leivd eitt gnagað bein
Eitt tekin um hvat einaferð var

Týnd er ilskan
Og skríggjandi óttin etur líkið
Í vøkstri nærum spreingir út í geyl
Rætt fram ressast klettur hóttandi
Hátt reisast úr skorpu hallir steyrar
Svangir við línhvítum holdi í væntu
Varliga berist tú fram

Gátukraft ósædd

Skjót títt fjøtursbrá
Lat ei iljar teg loysa kletti frá
Stóðu av varrum mínum eiðir
Teir í neyðini vilja ei ásanna mítt fall

Glotti á grótodd
Kroppur, sveittur í alduplaggi
Lívleyst dettur út í tóman heim

Brót, slintrur og álir
Hvirla í reyðum gosi

Fryst títt fjøtursbrá
Mundu iljar teg loysa kletti frá
Hátt av varrum mínum eiðir
Teir í neyðini vilja ei ásanna títt fall

06. Vápn Í Anda

Lyrics by Jón Aldará
Op
Skuggalop
Hvøss klettabrúgv um lon
Flá
Eftir flá
Elti káma ljósið niður í dýpið
Ei leitan men veiða
Váppn í anda
Hveppist
Hvast í støðum
Hongur høgt

Deyðsstilt
Beinfryst
Starblint
Ivist um tám kann bítin merkja
Stendur liðing hjá?
Lat eg blaðið fella
Fekk eg rættvísi at sjá?

"Ei á hesu tungu
Sviksins foya mál
Lat ei sinni reka
Inn í sorgarvra?"

Leið læst mót forðingum á rað
Fyrsta legðist mær fyri fótum
Brast í kvørkrataki til svartan royk
Fígginfin er ein og sami enn

Ein veðurbardur varði rapar og doyr
Hvørvur leið fram viða

Ein her stóð
Eftir veiðu sveik slóð